Á TV3Sport í kvøld segði venjarin hjá Hillerød, at hann væntar, at Adrian Justinussen verður seldur í vetur.
Føroyingurin hevur verið sannførandi í Hillerød, har hann hevur skorað nógv mál. Hillerød-venjarin væntar, at hann fer antin útum Danmark ella til Superliguna.
Tað hevur leingi ljóðað, at Hillerød ynskir at keypa Poul Kallsberg úr Víkingi sum avloysara. Har er ein treyt tó, art feløgini skulu blíva samd, og tað eru tey ikki blivin enn í øllum førum.