Føroyski venjarin flutti svenska stórfelagið frá 8. til 3. pláss, sum gevur Conference League pláss.
Í dag endaði landskappingin í Svøríki. AIK, har Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari. AIK lá á 8. plássi, tá Mikkjal tók yvir og venjaraskiftið gav eisini úrslit, tí AIK vann seg uppá 3. pláss, sum gevur pláss í Conference League í 2025. AIK byrjar í 2. umfari og verður ikki styrkismett. AIK kann sostatt ikki møta HB, men kann møta KÍ ella NSÍ, um hesi vinna seg víðari frá 1. umfari.
Fyri stuttari tíð síðani gjørdist greitt, at eisini føroyski kropsligi venjarin, Elisabet Vang, skiftir til AIK.