Ungi B36-miðvallarleikarin, sum hevur verið sannførandi í ár, fer at royndarvenja seinni í hesum mánaðinum.
18 ára gamli Mattias Hellisdal hevur í ár fingið gjøgnumbrot á B36-liðnum. Hann taldist millum mest eyðsýndu ungu leikararnar í kappingini.
Og tað hava útlendsk feløg eisini sæð. Mattias Hellisdal skal seinni í hesum mánaðinum royndarvenja við norska felagnum Kristiansund, sum spælir í bestu norsku deildini. Frammanundan er 17 ára gamli Aron Benjaminsen í hesum felagnum. Tað ljóðar eisini, at norska felagið Vålerenga, sum í 2025 spælir í bestu norsku deildini, hevur víst stóran áhuga fyri miðvallarleikaranum og Mattias váttar fyri bolt.fo, at so er. Hann sigur, at hann hevur sáttmála við B36 fyri 2025 og 2026, men tíðin vil vísa, um hann fer at spæla uttanlands ella ikki í 2025.