Tveir leikarar frá topp 3 liðum hava skift til B68.
B68 hevur havt eitt gott vikuskiftið, í øllum førum á pappírinum. Magnus Holm Jacobsen hevur skift frá HB og Martin Klein Joensen hevur skift frá Víkingi. Báðir hava ikki havt eitt serliga gott ár í 2024, men summi onnur ár m.a. í 2023 verið sannførandi í føroysku kappingini. Koma teir uppá sítt hægsta stig, so fara teir at styrkja nógv um liðið hjá B68, sum endaði á 8. plássi í ár.