Víkingur eigur fimm leikarar í topp 10 av leikarum við flest væntaðum málstigum pr. 90 minuttir.
Væntað málstig er væntað mál + væntað upplegg tilsamans (xG+xA), sum Wyscout hevur greinað. Vit hava tikið topp 10 fyri leikarar, sum hava spælt minst 800 minuttir. Finnur Justinussen úr Víkingi toppar frammanfyri liðfelagan Jørgen Nielsen, meðan Petur Knudsen, sum fekk flest málstig í ár, er nummar trý.
0,95: Finnur Justinussen (Víkingur)
0,92: Jørgen Nielsen (Víkingur)
0,90: Petur Knudsen (NSÍ)
0,82: Páll A. Klettskarð (KÍ)
0,82: Árni Frederiksberg (KÍ)
0,79: Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
0,78: Olaf Bárðarson (Víkingur)
0,77: Poul Kallsberg (Víkingur)
0,71: Pætur Petersen (KÍ)
0,69: Boubacar Dabo (EB/Streymur)