Miðvallarleikarin stendur uttan sáttmála eftir eitt miseydnað ár í HB.
Magnus Holm Jacobsen vísti stórspæl fyri 07 Vestur í fyrru hálvu í 2023. Síðani kom eitt møguligt felagsskiftið, sum gjørdi, at hann ikki spældi eina tíð og so komu skaðar uppí. Hann skifti til, barndómsfelagið HB, men fyrsta tíðin var merkt av skaðum. Í summar fekk hann sum skilst eina revsing fyri ikki at gera eftir boðum frá HB-venjaranum og valdi ikki at biðja um umbering. Tí hevur hann ikki spælt á besta liðnum síðani, men sambært FaroeSoccer hevur hann spælt níggju dystir fyri næstbesta liðið hjá HB, so tað kundi bent á, at hann er komin yvir skaðan.
Nú ljóðar, at Magnus Holm Jacobsen er á veg til B68. B68 hevur mist Ragnar Samuelsen, so har passar Magnus væl inn. Magnus hevur fyrr spælt undir Jákupi á Borg øll fýra árini, tá Jákup var venjari í B36.
HB hevur frammanundan sagt farvæl til Mikkel Dahl, Noah Mneney og Emmanuel Duah.