Tað verður stór útskifting í B36 til 2025.
Bolt.fo hevði eina grein í síðstu viku við yvirskriftini ’’Kollveltandi broytingar væntast í B36’’. Síðani tá hevur B36 sett nýggjan venjara – Jákup Martin Joensen – og í B36-varpinum á FM1 í gjár segði forkvinnan Marita D. Magnussen, at eingin av útlendingunum heldur fram.
Útlendingarnir sum spældu við B36 eftir summarsteðgin vóru:
Marius K. Lindh
Thomas Rømo Lillo
Jelle van der Heyden
Vilmer J. Rönnberg
Zean Peetz Dalügge
Anton Søjberg
Fabian Østigård Ness
Taka vit uppstillingina til finaluna um løgmanssteypið, so byrjaðu seks av hesum inni í finaluni.