Chris Blyth úr Onglandi hevur verið freelance greinari hjá m.a. HamKam í Norra.
Hann fylgir væl við føroyskum fótbólti og hevur gjørt eitt RPS modell á X, sum sigur, at Olaf Bárðarson er tann leikarin, sum hevur spælt minst 800 minuttir, sum hevur fangað hansara eyga hetta kappingarárið.
Olaf skorar 20,28 á hansara modelli, meðan Árni Frederiksberg hjá KÍ skorar 19,11, meðan Hanus Sørensen hjá HB skorar 18,25. Síðani koma Jann Benjaminsen, Áki Samuelsen, Elvio Gelmini, Geza Turi og Poul Kallsberg.
21 ára gamli Olaf Bárðarson er nummar eitt í deildini sambært Wyscout á hesum økjum:
8,76 góðar hendingar í álopspartinum pr. 90 minuttir
1,88 skot innanfyri málstengurnar pr. 90 minuttir
10,57 driblingar pr. 90 minuttir
6,44 progessivar renningar pr. 90 minuttir
20,35 nærdystir í álopspartinum pr. 90 minuttir
8,62 nærdystir vunnir í álopspartinum pr. 90 minuttir
Fingið flest fríspørk (2,53) pr. 90 minuttir
Sum bolt.fo skilir frá keldum, so eru útlendsk feløg, sum fylgja gongdini hjá Olafi. M.a. í Íslandi.