Í dag verður ársins leikara tiltakið hjá FM1 og Sosialinum.
Venjarar, liðskiparar, miðlafólk og viðmerkjarar velja. Í ár eru fleiri broytingar. M.a. ein, sum hevur verið sera illa móttikin millum mong, at tilnevningar vóru í hvørjum bólki. Tí kundi man ikki velja frítt. Eitt annað var at altjóða dystir, bæði fyri feløg og landsliði, taldu við, meðan kappingin um løgmanssteypið ikki taldi við. Niðanfyri eru atkvøðurnar hjá bolt.fo.
Ársins leikari:
1. Atli Gregersen (Víkingur)
2. Árni Frederiksberg (KÍ)
3. Petur Knudsen (NSÍ)
Ársins ungi leikari: (leikari við aldur til U21 landsliðið og yngri)
1. Poul Kallsberg (Víkingur)
2. Olaf Bárðarson (Víkingur)
3. Áki Samuelsen (HB)
* Her hevði Mattias Hellisdal úr B36 kanska verið á, men hann var ikki tilnevndur og kundi tí ikki veljast.
Ársins málverji:
1. Teitur M. Gestsson (HB)
2. Tórður Thomsen (B68)
3. Bárður á Reynatrøð (Víkingur)
Ársins verjuleikari:
1. Atli Gregersen (Víkingur)
2. Mathias Voss (HB)
3. Arnbjørn Svensson (Víkingur)
Ársins miðvallari: (íroknað álopskendir miðvallarar)
1. Geza Turi (Víkingur)
2. Hanus Sørensen (HB)
3. Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Ársins áleypari: (íroknað vengur)
1. Árni Frederiksberg (KÍ)
2. Petur Knudsen (NSÍ)
3. Páll A. Klettskarð (KÍ)
Ársins venjari:
1. Jóhan Petur Poulsen (Víkingur)
2. Sigfríður Clementsen (EB/Streymur)
3. Jens Wedeborg (NSÍ)