NSÍ kærdi dómin hjá Aga- og etiskunevnd um fyrrverandi ítróttarstjóran, sum bleiv útihýstur at taka lut í øllum fótbóltsvirksemi undir FSF fram til endan av kappingarárinum 2027. Og dómurin er nógv niðursettur.
Tað var eftir dyst millum NSÍ-KÍ, at fyrrverandi ítróttarstjórin fór út um mark eftir dystin og seinni sjálvur segði upp sum avleiðing av hesum.
Yvirkærunevndin hevur m.a. hugt til grannalond og í regluverkið hjá FIFA. Heildarmeting er gjørd og hon sigur, at revsingin minkar nógv, tí niðurstøðan er, at fyrrverandi ítróttarstjórin í NSÍ er útihýstur frá øllum fótbóltsvirksemi undir FSF fram til endan av kappingaendanum í 2025. Tað merkir, at dómurin minkar við tveimum kappingarárum.
Karstin Joensen, formaður í NSÍ, sigur, at NSÍ hevur ikki fleiri viðmrkingar til hetta málið.