Hann er uppaldur í HB og verður møguliga aftur at síggja í føroyskum fótbólti í 2025.
20 ára gamli Heini F. Sørensen hevur í fleiri ár roynt seg í donskum fótbólti. Hann hevur spælt á øllum U-landsliðum hjá Føroyum og síðani í september hevur hann spælt við danska felagnum Thisted í triðbestu deildini.
Nú gongur sáttmálin skjótt út og vit spyrja, hvar hann spælir í 2025.
- Eg eri opin fyri øllum. Tað eru fleiri feløg í Føroyum, sumn hava víst mær áhuga og tað er ein møguleiki. Eisini er áhugi uttanlands. Nú spæli eg teir báðar síðstu dystirnar í Thisted og so fáa vit at síggja, sigur Heini F. Sørensen við bolt.fo.