logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2027
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Kollveltandi broytingar væntast í B36

Kollveltandi broytingar væntast í B36

Skrivað : Jákup Ósá | 04-11-2024 12:14

Tað ljóðar, at tað verða stórar broytingar í B36 eftir eitt sera miseydnað kappingarár, har liðið endaði uttanfyri topp 4, tapti steypafinaluna og kom ikki víðari í Conference League.

Í fótbólti eru marginalarnir ofta lítlir. B36 spældi leygarkvøldið eina steypafinalu, har liðið fram til 84. minutt var á veg móti sigrinum og seinni eisini á odda í brotssparkskappingini. Men endaði við at tapa og fylgjurnar eru stórar. Tí B36 hevði tryggjað sær pláss í 2. umfari í Conference League og harvið fýra milliónir í inntøku, sum er næststørsta tryggjaða inntøkan í 2025. Ístaðin tapti B36 og fær onga krónu fyri altjóða luttøku í 2025.

 

Jákup Martin er uppá tal?

B36 hevur fyrr í ár sett Tummas Erling Djurhuus sum ítróttarstjóra og hann váttaði fyri B36-varpinum á FM1 fyri nøkrum vikum síðani, at tað verða broytingar í B36, har felagið í nógv størri mun skal byggja sín hóp upp um lokalar leikarar. B36 hevur onkran dyst í ár spælt uttan nakran lokalan leikara í uppstillingini.

Tískil vóru broytingar væntandi óansæð úrslit í steypafinaluni, men tað kann hugsast, at broytingarnar verða enn størri nú.

B36 skal hava nýggjan venjara og leingi hevur ljóðað, at tað fór at verða ein útlendskur venjari. B36 hevur eisini havt samrøður við fleiri venjarar síðstu tíðina sambært B36-varpinum. Tað nýggjasta er tó, at tað nú ikki er vist, at tað verður nakar útlendskur venjari. Jákup Martin Joensen er síðstu tíðina javnan nevndur sum ein møguligur B36-venjari. Tað gevur eisini meining, um tað verður ein føroysk loysn. Jákup Martin var árini 2016-2018 venjari hjá U18 og tvey styttri tíðarskeið hjá næstbesta liðnum hjá B36. Eisini hevur hann verið leikari í felagnum í fleiri ár.

Jákup Martin hevur eisini eitt tilknýti til Tummas Erling, tí fyrsti hjálparvenjarin, sum Jákup Martin valdi, tá hann bleiv venjari í bestu deildini á fyrsta sinni, sum var í EB/Streymi í 2019, var Tummas Erling Djurhuus. Teir hava eisini arbeitt saman í 2016 hjá U18-liðnum hjá B36.

Á leikarasíðuni vita vit, at Andrass Johansen fer uttanlands, meðan landsliðsleikarin, Jann Benjaminsen, ongan sáttmála hevur og hevur áhuga frá fleiri feløgum. Tað ljóðar, at teir flestu útlendingarnir halda ikki fram. Teir eru:

Marius K. Lindh

Thomas Rømo Lillo

Jelle van der Heyden

Vilmer J. Rönnberg

Zean Peetz Dalügge

Anton Søjberg

Tískil kann tað blíva ein nærum nýggj byrjan hjá B36. B36 hevur eina góða ungdómsdeild, um hugt verður eftir U-landsliðsleikarum á dreingjasíðuni, tí har er B36 best umboðað í ár. Men hesir eru í stóran mun ov ungir (frá U17-landsliðnum og niður) til at fáa stóran leiklut á besta liðnum enn. Næstbesta liðið hjá B36 stóð seg væl í ár fram til síðsta triðing av kappingini við einum ungum liði, og tað er kanska har, at B36 fer at hyggja eftir fleiri leikarum. Og harafturat eru leikarar í øðrum feløgum, sum eru uppaldir í B36. Ragnar Samuelsen hjá B68 og Emil W. Joensen hjá EB/Streymi eru tveir. Bartal Páll Klein er ein annar(eisini verið í HB), men har ljóðar, at HB kanska er ein betri møguleiki, um hann velir at fara til topp 5. Jákup á Borg valdi nú at halda fram í B68, og tað kann kanska hugsast, at tað betrar um møguleikarnar hjá B68 at varðveita Bartal Páll, tí tað vóru B68 og Jákup, sum hava givið honum hendan pallin at sláa ígjøgnum í føroyskum fótbólti sum bara 17 ára gamal.

Share

Nýggjastu tíðindir

Áheitan um at møta upp til landsdystin
Áheitan um at møta upp til landsdystin
B36 hevur sett nýggjan høvuðsvenjara
B36 hevur sett nýggjan høvuðsvenjara
Slovakiskir miðlar: Hepnið bjargaði okkum undan størri eyðmýking móti Føroyum
Slovakiskir miðlar: Hepnið bjargaði okkum undan størri eyðmýking móti Føroyum
Hesir runnu mest hjá Føroyum
Hesir runnu mest hjá Føroyum
Hagtølini frá Slovakia-Føroyar
Hagtølini frá Slovakia-Føroyar
Hesin er uppá tal hjá B68
Hesin er uppá tal hjá B68
Alt verður avgjørt mánadagin kl 15.00
Alt verður avgjørt mánadagin kl 15.00
Meira enn 11.000 áskoðarar væntast í kvøld
Meira enn 11.000 áskoðarar væntast í kvøld
Finskur dómari og kendur Premier League-dómari til Slovakia-Føroyar
Finskur dómari og kendur Premier League-dómari til Slovakia-Føroyar
Toppskjúttin hjá Víkingi hevur fleiri møguleikar
Toppskjúttin hjá Víkingi hevur fleiri møguleikar
HB hevur kunngjørt fyrstu tilgongdina
HB hevur kunngjørt fyrstu tilgongdina
Jann Benjaminsen hevur nógv tilboð
Jann Benjaminsen hevur nógv tilboð
Er Poul Kallsberg áveg til Víking?
Er Poul Kallsberg áveg til Víking?
Eyðun Klakstein: Vit hugsa bara um Slovakia
Eyðun Klakstein: Vit hugsa bara um Slovakia
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Skála hevur fingið nýggja nevnd
Skála hevur fingið nýggja nevnd
Boubacar Dabo gevst í B36
Boubacar Dabo gevst í B36
Óskiljandi at meirilutin noktar at flyta flytingarvindeygað
Óskiljandi at meirilutin noktar at flyta flytingarvindeygað
Schjønberg fingið nýtt venjarastarv
Schjønberg fingið nýtt venjarastarv
Hesir tríggir føroyameistararnir halda ikki fram
Hesir tríggir føroyameistararnir halda ikki fram

Leikaraflytingar 2027

NavnFráTil
Oliver Klemensen07 VesturHB
Sebastian L. NielsenB68Víkingur
Fríði í Túni PetersenB68AB
Jóhan JosephsenKÍVíkingur
Jónas Prior07 VesturVíkingur
Bjørn BjarkhamarVíkingur (2.deild)Skála
Djóni SamuelsenB68B36
Martin JohansenSkálaVíkingur
Sebastian S. PetersenSkálaB36
Mansour SinyanKÍKFUM
Filip BrattbakkKÍ(uttanlands)
Jean CarlosKÍ(ógreitt)
Erlend HustadKÍ(ógreitt)
Oussama AliKÍ(ógreitt)
Arnbjørn SvenssonVíkingur(uttanlands)
Nicolai V. ChristensenKÍ(ógreitt)
Hallur HanssonKÍ(givin)
Mark F. JensenKÍ(uttanlands)
Ragnar SamuelsenB36(uttanlands)
Mathias VossHBVendsyssel
Valerian IobashviliFC Suðuroy(givin)
Hampus NäsströmKÍ(uttanlands)
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Vís meira

Stigatalvan 2026

1. NSÍ58 stig
2. KÍ52 stig
3. HB45 stig
4. Víkingur43 stig
5. B3642 stig
6. Skála28 stig
7. AB28 stig
8. EB/Streymur27 stig
9. 07 Vestur25 stig
10. B6820 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ13 mál
Loïck LespinasseB689 mál
Bartal Páll KleinB369 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Árni FrederiksbergKÍ8 mál
Heini SørensenHB8 mál
Michal PrzybylskiNSÍ8 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ17 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB10 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ10 upplegg
Mathias VossHB9 upplegg
Dan í SoyluHB8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ25 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ21 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 27. umfar

NSÍ18 mál
KÍ18 mál
Skála17 mál
Víkingur12 mál
B6812 mál
AB12 mál
EB/Streymur11 mál
HB10 mál
B369 mál
07 Vestur7 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ8 mál
NSÍ8 mál
Víkingur11 mál
07 Vestur13 mál
AB13 mál
HB13 mál
Skála14 mál
EB/Streymur15 mál
B36 15 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB38 mál
NSÍ36 mál
KÍ33 mál
B3632 mál
Víkingur26 mál
AB22 mál
EB/Streymur19 mál
07 Vestur19 mál
B6815 mál
Skála15 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ14 mál
Víkingur15 mál
B3619 mál
NSÍ19 mál
HB22 mál
EB/Streymur26 mál
07 Vestur27 mál
Skála28 mál
AB30 mál
B6836 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ56 stig
2. HB47 stig
3. Víkingur34 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur26 stig
2. B3621 stig
3. ÍF10 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+13 mál
Julia Naomi MortensenHB11+3 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+3 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026