Uni Nielsen hevur verið partur av liðleiðaratoyminum hjá HB í 25 ár, men nú takkar hann fyri seg.
Í føroyskum fótbólti koma og fara leikarar, venjarar og nevndarfólk. Men liðleiðarar eru nakrir persónar, sum ofta eru drúgvir og sum gera eitt sera stórt arbeiði, har ein partur ofta ikki sást í tí dagliga. Ein av hesum royndi liðleiðarunum er Uni Nielsen hjá HB. Hann hevur verið liðleiðari hjá HB í 25 ár, men fyri eini tíð síðani hevur hann gjørt av, at hetta verður hansara síðsta ár sum liðleiðari hjá HB.
- Eg tími væl at sita millum áskoðararnar og rópa á HB. Tað havi eg ikki kunnað gjørt í 25 ár, sigur hann.
Nógvar góðar løtur
- Tann ringasta løtan var í 2018, tá vit taptu steypafinaluna móti B36. Eftir dystin tosaðu vit um at fara yvir í HB-húsið at rudda upp. Tað skilji eg ikki, at vit fóru. Tí tá gingu vit framvið øllum B36-arunum. Ístaðin fyri at lata alt liggja til dagin eftir. Annars eru tær seinastu løturnar tær, ið man minnist best. Hendan finalan í kvøld stendur ovaralaga saman við FM í 2018, tá alt var 23 í Klaksvík, segði Uni Nielsen við bolt.fo eftir finaluna um løgmanssteypið.
Heimir lyfti HB
Tá vit spyrja um, hvørjar venjarar hjá HB, sum Uni kann nevna burturúr, so nevnir hann tríggjar.
- Heimir Guðjónsson var tann sum byrjaði at lyfta alt. Síðani minnist eg gott aftur á Kevin Schindler. Men venjaratoymið sum HB hevur nú er tað besta, tað mest professionella. So HB er í sera góðum hondum. Tí leikarar, sum tíma og hava tíð, fáa tað ikki betri, sigur Uni Nielsen.
Dómarar eru góðir við liðleiðarar
Tá vit spyrja Una, hvussu hann hevur tað undir einum so spennandi dysti sum hesi finaluni, so greiðir hann soleiðis frá.
- Eg siti púra avslappur í setrinum og so hyggi eg eftir pulsurinum, og tað sigur 151. Mær dámar væl at verða eftir dómaranum viðhvørt og eg sleppi eitt sindur meir enn nógvir aðrir.
- Venjarin sum vit hava nú (Adolfo Sormani, blaðm.) hevur sagt við meg til altjóða dystirnar, at um hann ger nakað býtt, so vildi hann hava meg at hála seg niður, greiðir Uni frá um onkra av uppgávunum undir summum dystum.
Kann viðmælast
- Tað er sera stuttligt at verða partur av hesum. Hesir dreingirnir gera meg 20 ár yngri, so nú eri eg noyddur at finna uppá okkurt annað. So um man hevur eitt sindur av tíð og ikki hevur fleiri smá børn, so er tað fantastiskt at verða liðleiðari, so tað kann viðmælast.
- Eg eri púra avkláraður við hesa støðuna. Um onkur fer í feriu o.s.v., so komi eg kanska at taka onkran dyst. Eg komið framvegis at ganga í HB-húsinum, segði ein glaður Uni Nielsen at enda áðrenn leiðin gekk víðari at rudda upp í HB-umklæðingarrúminum.
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið 2024 á bolt.fo hava: