HB-málverjin hevur ein serfrøðing at hjálpa sær, tá tað kemur til brotsspørk. Vit lósu um í Ellivu, at Hjalti Mohr Jacobsen, sum vit m.a. kenna sum hondbóltsvenjara m.a. sum hjálparvenjari á A-landsliðnum, hevði givið Teiti M. Gestssyni serliga ráðgeving í 2020 um, hvussu Jóannes Bjartalíð, ið tá spældi við KÍ, skeyt síni brotsspørk. Hetta árið bjargaði Teitur tvær ferðir brotsspørkum frá Jóannes. Og Teitur váttar eisini søgurnar um, at Hjalti hevði ein fingur við í spælinum, tá Teitur í vikuni fyrireikaði seg uppá eina møguliga brotssparkskapping. Sí samrøðu niðanfyri.
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið 2024 á bolt.fo hava: