Tað er helst ein lutfalsliga stórur møguleiki fyri, at kvøldsins finala endar við brotssparkskapping. HB hevur royndari brotssparksskjúttar frá føroyskum fótbólti, men B36 hevur betri royndir frá brotssparkskappingum.
Fáa liðini brotsspark í dystinum, so verða tað nokk Áki Samuelsen (HB) og Jann Benjaminsen (B36), sum taka. Vit hava hugt eftir, hvar hesir hava skotið síni síðstu brotsspørk. Tølini eru frá Wyscout, so fyrivarni skal takast fyri, at okkurt brotsspark er dottið niðurímillum í skrásetingini.
Jann Benjaminsen hevur skotið tvær ferðir av sínum trimum síðstu brotsspørkum mitt í málið. Síðani hevur hann skotið einaferð høgt til sína høgru. Hann hevur skorað øll síni síðstu trý. Útfrá hesum skal Teitur M. Gestsson, HB-málverji, umhugsa, at verða standandi, tí hann skjýtur lutfalsliga ofta mitt í.
Áki Samuelsen hevur ongantíð skotið mitt í. Hann hevur skotið eftir jørð til sína vinstru tvær ferðir, einaferð eftir jørð til sína høgru síðu og einaferð høgt til sína høgru síðu. Hann hevur skorað øll síni síðstu fýra. Útfrá hesum skal Silas Eyðssteinsson, B36-málverji, ikki vænta, at hann skjýtur mitt í.
Brotssparkskappingin
Teir báðir næstu á listanum, sum taka, um hinir ikki eru á vøllinum, og heilt vist taka, um teir eru á vøllinum til brptssparkskappingina, eru Magnus Egilsson hjá B36 og Viljormur Davidsen hjá HB.
Magnus Egilsson hevur skotið fýra av sínum síðstu fimm til sína høgru síðu, meðan hannn skeyt eitt til sína vinstru síðu. Hann brendi eitt, sum var júst tað eina til sína vinstru. Útfrá hesum er stórur møguleiki fyri, at hann skjýtur til sína høgru, um vit hyggja eftir søguni.
Viljormur Davidsen hevur skotið síni síðstu fimm fyri HB og landsliðið síðani til og við 2021. Hann hevur trý til sína høgru og tvey til sína vinstru. Hann hevur brent eitt av teimum, sum hann skeyt lágt til høgru.
Ári M. Jónsson hevur skotið tvey brotsspørk og skorað bæði í sama stað. Høgt til sína høgru.
Teitur M. Gestsson hevur skotið fleiri ferðir fyrr. Hann skoraði móti KÍ í 2020, men brendi í brotssparkskapping móti NSÍ í 2021.
Bartal Wardum hevur einaferð skotið og hann skoraði tá, men tað var í brotssparkskapping eftir at teir fimm fyrstu høvdu skotið.
Heðin Hansen brendi í brotssparkskapping móti KÍ í 2020.
Bæði liðini hava fleiri nýggjar útlendskar leikarar í ár, ið helst hava tikið onkur brotsspørk áðrenn teir komu til Føroyar, og summir av hesum verða helst millum brotssparksskjúttarnar, um tað kemur hartil.
B36 hevur góða siðvenju frá brotssparkskappingum
B36 hevur vunnið sínar síðstu fimm brotssparkskappingar á rað.Í Conference League vann B36 brotssparkskapping móti Borac Banja Luka í 2022. Í finaluni um løgmanssteypið í 2021 vann B36 uppá brotssparkskapping móti NSÍ. Á sumri í 2020 vann B36 brotssparkskapping móti The New Saints í Evropa League. Í 2018 vann B36 finaluna um løgmanssteypið uppá brotssparkskapping móti HB og á sumri í 2018 vann B36 brotssparkskapping á Gibraltar móti St. Joseph’s í Evropa League.
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið 2024 á bolt.fo hava: