Innan stutta tíð fara meistararnir at kunngera fyrsta nýggja leikaran til hópin 2025.
Tað er ikki ofta, at nýggir leikarar verða kunngjørdir í Víkingi. Men tað fer at ehndan innan stutta tíð. 24 ára gamli Ragnar Skála hevur gjørt avtalu við Víking fyri 2025. Tað vita góðar keldur hjá bolt.fo. Ragnar Skála var en av mest eyðsýndu leikarunum hjá Skála í ár og hevur áður verið á U21-landsliðnum.
Ragnar Skála er uppaldur í AB, men kemur eins og Ari Olsen, Jákup Johansen og Poul Kallsberg frá Skála, tá hann skiftir til Víking. Teir leikararnir hava allir roynst væl í Sarpugerði.
Dagført kl. 14.04: Víkingur hevur nú kunngjørt leikaran, sum hevur gjørt sáttmála fgyri 2025 og 2026.