Áhugin fyri ársins finalu um løgmanssteypið er stórur.
Longu væl meir enn eitt døgn undan finaluni er útselt á eystaru langsíðuni. Tískil eru bólkarnir aftanfyri málið nú settir til sølu.
Ársins finala er millum B36-HB og fyri mong er hetta ein serlig uppgerð og í nýggjari tíð nærum altíð millum tær størstu uppgerðirnar í føroyskum fótbólti. Tað fylgir ein søga viå, har HB ikki hevur tapt móti B36 síðani 2019, men har B36 vann síðstu ferð liðini spældu steypafinalu við níggju leikarum móti 11. Og so eru tað nógvir pengar sum standa uppá spæl. Hjá B36 4,0 mió, hjá HB 1,5 mió og tað er ein triði partur eisini, sum er NSÍ, sum sleppur í Conference League og fær 2,5 mió, um HB vinnur finaluna.
Finalan byrjar kl. 19.00 og atgongumerki fáast til keyps á fsf.fo.
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið 2024 á bolt.fo hava: