Landsliðsleikarin skal hava nýtt felag í 2025 eftir tað, sum hann sjálvur metur hevur verið hansara besta kappingarár uttanlands.
27 ára gamli Meinhard E. Olsen hevur síðani 2020 roynt seg í Svøríki og Norra. Í ár hevur hann spælt fyri Mjøndalen í næstbestu norsku deildini eftir, at hann næstan alt 2023 sat uttanfyri vegna ógvusligan skaða. Men nú gongur sáttmálin út og greitt er, at hann skal hava eitt nýtt felag.
- Eg eri liðugur í Mjøndalen óansæð útfallið av seinastu dystunum. Hetta avgjørdi eg, meðan eg enn var undir uppvenjing. Eg havi fingið konkret tilboð úr Føroyum, Íslandi og Noreg. Einasti møguleiki fyri at eg spæli í Norðanlondum er, um eg fái góðan pakka í eini bestu deild. Familjustøðan ger, at eg kanni ymsar møguleikar uttanfyri norðanlond. Eg meti, at eg havi spælt mítt besta kappingarár uttanlands. Sæð ímun til skaðan eg kom aftur frá og tær umstøður ið hava verið í felag og landsliði. Eg havi spælt fimm-seks ymsik pláss á vøllinum. Hetta sigi eg, hóast soltna úrtøku á landsliði og felagi, tá hugsað verður um stig, sigur Meinhard E. Olsen, sum ikki stongir nakra hurð ímun til, at hann spælir í føroyskum fótbólti í 2025, tá vit spyrja um tað.
Meinhard er uppaldur í NSÍ, men fekk sítt gjøgnumbrot í B36, har hann spældi í 2017, 2018 og 2020.