FM1, Miðlahúsið og FSF skipa fyri ársins leikaratiltaki, sum verður 6. november.
Tað er venjarar, liðskiparar, miðlafólk og viðmerkjarar, sum atkvøða eins og undanfarnu ár. Í ár eru nakrar kollveltandi broytingar gjørdar av FM1, men tær flestu eru avgjørt ikki til tað betra. Hetta er galdandi fyri Betri Deildina hjá monnum, meðan tað hjá kvinnum er sum frammanundan.
Størsta broytingin er, at nú hevur man ikki frítt at velja, tí nú er hvør bólkur avmarkaður við nøkrum tilnevningum. Og tilnevningar gera, at stórur vandi er fyri, at nøvn koma at mangla, tí leikararnir eru tilnevndir eftir, hvussu tey sum hava gjørt tilnevningarnar hava sæð kappingarárið. Og tað eru altíð sera ymiskar meiningar um slíkt og ofta veldst um t.d. hvørjar dystir ella hvørji lið eins hevur sæð mest.
Til flestu bólkarnir eru nøvnini millum tey tilnevndu, sum undirritaði ætlaði at seta til tey trý nøvnini, men ikki øllum. Í onkrum føri er tann, sum hevði verið uppá tal at verða settur sum nummar eitt av undirritaða ikki millum tilnevningarnar. Og soleiðis hava mong tað uttan iva, har tey sakna okkurt navn útfrá teimum dystum og samandráttum, sum tey hava sæð.
Eitt annað er, at í ár telja avrik frá altjóða kappingum og landsdystir við í samlaðu avrikini hjá leikarunum. Tað gjørdi tað ikki í fjør. Her má tað liggja í fastari legu hvør ár. Antin telja altjóða dystir við ella ikki. Tað ber ikki til, at tey telja við bara summi ár. Taldu tey við t.d. í fjør, so hevði onkur heiður skift vinnara. Men at telja altjóða kappingarnar við gevur eisini leikarum ein fyrimun, tí seks lið littaka ikki og av hinum fýra hevur meistarin nógv best fortrteytir fyri at fáa nógvar dystir.
Og at telja landsdystir við ger tað fløktari. Ístaðin skuldi ársins landsliðsleikari verið valdur eins og tað er gjørt fyrr. Feløg og landslið skulu veljast fyri seg.
Síðani skulu atkvøðurnar latast inn dagin fyri størsta einstaka dystin í árinum, sum er finalan um løgmanssteypið. Men avrik í steypakappingini telja ikki við sambært kunningarskrivinum og tað er ikki rætt. Steypakappingin skuldi sjálvandi talt við og atkvøðurnar skuldu havt møguleika at verið latnar inn eftir steypafinaluna. Tí er tað t.d. tætt millum summar leikarar, so kann ein steypafinala avgera nógv, um t.d. onkur leikari fær ein sera avgerandi leiklut í henni. Ein steypafinala, har pláss í 2. umfari í Conference League stendur uppá spæl.
Ein onnur broyting er, at kantar nú telja sum álopsleikarar. Tað er kanska ein skillig broyting, tí nógv lið spæla eina leikskipan við trimum leikarum fremst og hendan broytingin ger, at bólkurin av miðvallarleikarum ikki verður so nógv størri enn bólkurin av álopsleikarum. Men tað er torført at samanbera ein vong við ein álopsleikara eins og tað er torført at samanbera ein bakk við ein miðverja.
Tilnevningarnar koma alment á heimasíðuna hjá FM1 frá mikudegnum av, so tær sleppur lesarin av síggja har.
Orsøkirnar fyri tilnevndingum er, at tað skal verða lættari at velja m.a., tá summir leikarar spæla á fleiri ymiskum plássum gjøgnum eitt kappingarár. At tiltakið liggur tætt uppat finaluni um løgmanssteypið skyldast helst, at eftir steypafinaluna fara leikarar og venjarar ofta av landinum í feriu, men ítóttarliga virði í slíkum heiðrum eigur altíð at viga mest. Tí má uppmøting til tiltakið og stríð av samanteljing ella misskiljingum koma í aðru røð. Men tapur meir enn man vinnur við at gera tilnevndingar og at ikki telja steypakappingina og serliga finaluna uppí, sum jú er ein stórur og avgerandi partur av føroyska fótbóltsárinum.