Tað standa nógvir pengar uppá spæl til finaluna um løgmanssteypið.
Steypavinnarin 2024 byrjar í 2. umfari í Conference League komandi summar. Umframt styttri veg til deildarspæl, so gevur tað eisini meira pengar og hægri styrkistal til felagið til framtíðina.
Tey sum byrja í 1. umfari í Conference League fáa 2,5 milliónir
Tey sum byrja í 2. umfari í Conference League fáa 4,0 milliónir (steypavinnarin)
HB hevur tryggjað sær pláss í Conference League umvegis landskappingina, men spælir nú fyri at fáa plássið sum steypavinnari. B36 vann sær ikki pláss í Conference League gjøgnum landskappingina, meðan NSÍ bara kann fáa plássið gjøgnum landskappingina. NSÍ fær Conference League pláss, um HB vinnur steypafinaluna.
Sostatt standa hesar upphæddir uppá spæl hjá hesum liðunum leygarkvøldið:
4,0 mió: B36
2,5 mió: NSÍ
1,5 mió: HB
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið 2024 á bolt.fo hava: