Bartal Páll Klein váttar fyri bolt.fo, at hann skal royndarvenja í Italia.
Tað er felagið Verona úr Seriu A, sum í næstum fær vitjan av 17 ára gamla álopsleikaranum, sum var sera avgerandi og eyðsýndur í avgerandi dystinum hjá B68 í dag, sum toftamenn vunnu 4-1.
Bartal Páll Klein sigur, at hann skal royndarvenja við U19-liðnum hjá Verona. Hann dugur tó ikki at siga, hvar hann fer at spæla í 2025. Tað er áhugi frá fleiri føroyskum feløgum, sigur hann.