Kendi danski venjarin tykist opin fyri at taka av, um hann fær møguleikan sum føroyskur landsliðsvenjari.
David Nielsen var av André Olsen nevndur sum ein av fimm góðum boðum til ein komandi landsliðsvenjara hjá Føroyum. Tað skapti stóran áhuga í Danmark, tí persónurin David Nielsen tiltrekkir stóran áhuga millum lesarar og hyggjarar. Hann er eisini ein royndur venjari hjá m.a. AGF og Lyngby. Í Lyngby kláraði hann at halda liðnum í Superliguni, hóast tað sá svart út, tá hann tók yvir. Í sendingini Tirdagstrænerne hjá TV2 Sport fekk David Nielsen spurningin, um hann kundi verið áhugaður í venjarastarvinum hjá Føroyum. Og fyri føroyingarnir, sum ynskja 47 ára gamla venjaran við sterku persónligu útstrálingini, so var svarið lovandi.
Eg haldi tað eru 18 oyggjar í Atlanshavinum, sum eingin trýr uppá og sum ongantíð hevur havt suksess. Tað kundi gott verið nakað, sum fekk meg upp at ringja. Men nú skulu vit ikki fyrihalda okkum til tað. Men eg elski Føroyar og har er fult av góðum fólkum í Føroyum. Mær dámar væl at verða har, hóst tað ikki er so stuttligt at lenda har, segði David Nielsen í sendingini. Brotið kann síggjast HER