NSÍ fer at halda ársveitslu sama kvøld sum teirra Europalagna skal avgerast.
Í dag kunngjørdi FSF, at atgongumerkjasølan er byrjað til finaluna um løgmanssteypið. Tað sum var mest óvæntað var, at dysturin nú er ásettur til at byrja kl. 19.00. Tað hevur annars staðið á heimasíðum í langa tíð, at hann byrjaði kl. 17.00.
Hetta er áhugavert, tí minst trý feløg hava lagt sínar ársveitslur sama kvøld. Sama kvøld sum størsti eintaki dysturin í Føroyum er. Tað er rættuliga óheppið, serliga nú finalan byrjar kl. 19.00.
Hetta ger m.a., at tá NSÍ-fólkini fara til borðs, so vita tey ikki, um NSÍ skal spæla altjóða fótbólt í 2025 ella ikki, men tað vita tey, tá borðhaldið er liðugt. Niðanfyri eru árveitslurnar, sum vit hava funnið upplýsingar um í dag.