Næstan ein triðingur av venjarunum kann ikki standa á síðulinjuni í 27. umfari.
Ólavur Larsen hevur bann fyri tað, sum hann segði eftir rokið móti B68. Hann hevur tveir dagar eftir av venjarabanninum. Adolfo Sormani fekk sítt 3. gula kort í gjár og hevur venjarabann til dystin móti EB/Streymi, har HB einki hevur at spæla fyri. Mest áhugavert er tað tó, at Jákup á Borg hevur venjarabann til týdningarmiklasta dystin hjá B68 í ár, sum er í Runavík leygardagin, har B68 helst skal vinna fyri varðveita plássið í deildini.
NSÍ-B68 og B36-Skála byrja eins og hinir dystirnir kl. 14.00 leygardagin.