Venjarin hjá Hillerød, Christian Lønstrup, sum spælir í næstbestu donsku deildini, var í Gundadali í dag.
Hann var saman við ítróttarstjóranum í Hellerød, Jackie Rasmussen, og føroyska umboðnum fyri NextStep Sports Management, Thomas Juul S. Thomsen, til dystin. Bolt.fo spurdi Christian Lønstrup, hvørjar leikarar teir hugdu eftir. Hann segði, at tað fyrst og fremst vóru Jørgen Nielsen og Poul Kallsberg, báðir úr Víkingi, sum teir hugdu eftir. Afturat teimum nevndi hann eisini Mathias Voss hjá HB sum ein, sum teir hildu eyga við.
Tað hevur ljóðað, at útlendskur áhugi hevur verið fyri fleiri av yngru leikarunum hjá Víkingi og hetta staðfestur tað. Frammanundan spæla Adrian Justinussen og Daniel Johansen í Hillerød.