Jarnskor-familjan hevur flotta siðvenju, tá hugt verður aftur á FM-heitini hjá GÍ og Víkingi.
Jarnskor-familjan í Norðragøtu hevur verið við í øllum FM (9*) og øllum uttan einari steypakapping hjá GÍ og Víkingi (11 av 12). Tað vísa hagtøl hjá FaroeSoccer. John Jarnskor, Dánjal Jarnskor, Pauli jarnskor, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor, Súni Olsen, Martin Olsen (nú Jarnskor), Magnus Jarnskor og Aron Jarnskor Ellingsgaard. Afturat hesum koma Jarnskor-venjarar og hjálparfólk, sum hava verið við fleiri av árunum. Sí yvirlit niðanfyri.

Stuðlað FM-umrøðuni 2024 á bolt.fo hava: