logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2027
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
FSF hevði ikki annað val
Mynd: FSF

FSF hevði ikki annað val

Skrivað : Jákup Ósá | 17-10-2024 10:35

Vit greina, hvat gekk galið hjá Håkan Ericson og hví hann bleiv uppsagdur.

 

Í gjár kunngjørdi FSF, at landsliðsvenjarin Håkan Ericson bleiv uppsagdur. Eitt gott ár áðrenn sáttmálin gekk út. Her hyggja vit afturá tíðina og vísa á summi øki, har tað gekk galið hjá landsliðsvenjaranum.

 

Eingin kappingarsigur í tvey ár

Høvuðsorsøkin til eina uppsøgn er ofta manglandi úrslit, og tað er eisini høvuðsorsøkin hesaferð. Føroyar hava ikki vunnið ein kappingardyst síðani í september í 2022. Frá 2020 og fram til 2022 var gongdin annars á fleiri økjum jalig. Ein uppflyting í Nations League, ein góðkend HM-undankapping, har liðið ofta stóð seg leikliga væl móti sterkum tjóðum og so ein góðkend kapping í deild c í Nations League við átta stigum. Men tað gevur eina misvísandi mynd, tá FSF og landsliðsvenjarin sjálvir vísa á, at hesi árini hava verið tey søguliga bestu landsliðsárini í úrslitum, tá helvtin av kappingardystunum hevur verið í Nations League, har mótstøðan er lutfalsliga nógv veikari. Ein kapping, sum allir aðrir landsliðsvenjarar ikki høvdu við undantaki av einari kapping hjá Lars Olsen í 2018. Í HM- og EM-undankappingum vóru tríggir landsliðsvenjarar betri í stigum pr. dyst.

 

Mongu avboðini

Tað bleiv við tíðini ov lætt at geva avboð til serliga venjingardystir, har feløg (har leikarar ofta fáa ein triðing sjálvir) ikki fáa landsliðspengar. Í fleiri førum vóru leikarar frískir at spæla, men valdu landsliðið frá og í fleiri førum var sterkur mistanki um, at tað skuldi lítið til hjá leikarum at geva avboð. Hetta er eitt ósunt tekin.

 

Løgnu valini

Gjøgnum øll árini hevur Håkan Ericson tikið nøkur løkin leikaraval, sum stórur partur av fólkinum ikki hevur skilt. Eitt tað fyrsta var at taka Andreas L. Olsen út. Tað sum var serligt við hesum var, at leirvíkingurin til dagligt sat á bonkinum fyri Víking, sum tá var eitt miðallið (nr. 5). Andreas skoraði eitt týdningarmikið mál móti Malta, men yvirskipað er tað eitt óvanligt stig at taka ein leikara á bonkinum í Betri Deildini út til A-landsliðið. Seinni var tað Páll A. Klettskarð, sum serliga kappingarárið 2023 fram til norðoyastevnu 2023 var klárt besti leikarin og toppskjúttin í føroysku kappingini, men sum bleiv vrakaður á landsliðnum og sum seinni segði takk fyri síðst, tá brúk var fyri honum. Við at vraka Páll gjørdi Håkan tað ikki lætt fyri seg sjálvan. Síðstu dystirnar var tað Hannes Agnarsson, sum fekk pláss í uppstillingini á somu plássum, sum Adrian Justinussen og Petur Knudsen, ið eru leikarar við nógv nógv fleiri málstigum í sær yvir longri tíðarskeið.

Vit hava eisini manglað at sæð íblástur frá yngri leikarum. Fyri stuttari tíð síðani høvdu Føroyar tað elsta landsliðið í Evropa og hyggja vit søguliga sæð, so hevur Håkan Ericson havt allar føroysku uppstillingarnar við hægst miðalaldri. Tað kemur næstan ikki fyri, at U21-leikarar eru á A-landsliðnum, og tað hevur eina avleiðing, at leikarar eru lutfalsliga gamlir, áðrenn teir binda seg fastar á A-landsliðum.

 

Eingin uppbakningur til endans

Nú til endans var nærum eingin uppbakningur eftir. At tað kom alment fram, at starvsnevndin hjá FSF eftir tapið í Lettlandi hevði havt starvsnevndarfund, har høvuðsevnið var framtíðin hjá Håkan, hjálpti ikki, tí tá er vanliga bara spurningur um tíð.

Áskoðararnir blivu færri. Skansin hevur ongantíð verið so illa mannaður sum síðstu dystirnar. Landsliðsvenjarin fór síðstu tíðina, og tað gjørdi hann eisini í tíðindaskrivinum í gjár, at vísa á viðurskifti, sum nógvir føroyingar als ikki vilja hoyra. Tað er um, at vit eru so fá, at vit ikki hava nógv leikaraval ella líka nógvar pengar sum onnur. Við tí hugburðinum koma vit ongan veg. Hygg eftir úrslitum hjá londum sum Kroatia, Danmark, Uruguay og Íslandi. Ella hvat KÍ gjørdi í 2023 móti meistarum úr Ungarn og Svøríki og seinni móti franska Lille. Og har hava vit eisini fleiri úrslit hjá A- og U-landsliðum hjá Føroyum gjøgnum tíðina, sum ikki hava samsvara við fólkatal, leikaraúrval og pengar. Føroyingar vilja ikki hoyra slíkt, og tað hevur Håkan Ericson neyvan vita, tí annars hevði hann ikki sagt tað alment.

Fyrrverandi hjálparvenjarin og liðskiparin á landsliðnum, Jóannes Jakobsen, hevur ofta havt eina útsøgn, sum føroyingum dáma betri. Tað er, at tá vit tosa um føroyska landsliðið, so mugu vit ómøguliga verða realistisk. Tí eru vit realistisk, so eiga vit at liggja millum áleið trý tey vánaligastu liðini av teimum 55 UEFA-limalondunum.

Millum feløgini hevði landsliðsvenjarin, sum hevur eitt starv við bestu ella útvið bestu lønini í føroyskum fótbólti (sigst liggja millum eina og tvær millión um árið) síðstu tíðina ongan uppbakning. Tey vístu eftir fund í Fuglafirði í 2023 á, at tey høvdu stóran kritikk til, at FSF longdi sáttmálan við tveimum árum. FSF má eisini hyggja inneftir, tá slíkar fótbóltsfakligar avgerðir skulu takast, tí semja tykist verða um millum mong, at báðir teir síðstu landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Håkan Ericson, fingu eitt sáttmálaskeið ov nógv bjóðað frá FSF.

Í miðlunum bleiv kritikkurin eisini størri og størri frá viðmerkjarum og hetta tóktist ávirka venjaratoymið skeiva vegin síðstu árini. Og slíkar útsøgnir, tá tær koma yvir tíð og ikki bara eftir einstøk úrslit, hava ofta størri tyngd aftanfyri seg enn fleiri geva sær far um, tí ofta vita viðmerkjarar t.d., hvat rørist í leikarahópi, hóast tað vanliga ikki verður nevnt. Byrjar ein venjari fyrst at fáa miðlarnar ímóti sær, so kann tað ofta tykjast enn tyngri at venda gongdini. Tað hava vit ofta sæð uttanlands.

Úrslitini dalaðu, áskoðaratalið minkaði, avboðini øktust og ónøgd frá feløgum, miðlum og leikarum vaks. Tí hevði FSF einki annað val enn at gera tað fyri FSF søguliga óvanliga takið av uppsiga landsliðsvenjaran, eitt ár áðrenn sáttmálin gekk út.

Share

Nýggjastu tíðindir

Hesin er uppá tal hjá B68
Hesin er uppá tal hjá B68
Alt verður avgjørt mánadagin kl 15.00
Alt verður avgjørt mánadagin kl 15.00
Meira enn 11.000 áskoðarar væntast í kvøld
Meira enn 11.000 áskoðarar væntast í kvøld
Finskur dómari og kendur Premier League-dómari til Slovakia-Føroyar
Finskur dómari og kendur Premier League-dómari til Slovakia-Føroyar
Toppskjúttin hjá Víkingi hevur fleiri møguleikar
Toppskjúttin hjá Víkingi hevur fleiri møguleikar
HB hevur kunngjørt fyrstu tilgongdina
HB hevur kunngjørt fyrstu tilgongdina
Jann Benjaminsen hevur nógv tilboð
Jann Benjaminsen hevur nógv tilboð
Er Poul Kallsberg áveg til Víking?
Er Poul Kallsberg áveg til Víking?
Eyðun Klakstein: Vit hugsa bara um Slovakia
Eyðun Klakstein: Vit hugsa bara um Slovakia
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Skála hevur fingið nýggja nevnd
Skála hevur fingið nýggja nevnd
Boubacar Dabo gevst í B36
Boubacar Dabo gevst í B36
Óskiljandi at meirilutin noktar at flyta flytingarvindeygað
Óskiljandi at meirilutin noktar at flyta flytingarvindeygað
Schjønberg fingið nýtt venjarastarv
Schjønberg fingið nýtt venjarastarv
Hesir tríggir føroyameistararnir halda ikki fram
Hesir tríggir føroyameistararnir halda ikki fram
NSÍ skal hava nýggjan høvuðsvenjara
NSÍ skal hava nýggjan høvuðsvenjara
Vánaligasta gongd á heimavølli hjá KÍ í nógv ár
Vánaligasta gongd á heimavølli hjá KÍ í nógv ár
Hesi fýra liðini eru mest sannlíkt í røkkstøkk frá deild b
Hesi fýra liðini eru mest sannlíkt í røkkstøkk frá deild b
Hvørjar venjarabroytingar góvu best úrslit?
Hvørjar venjarabroytingar góvu best úrslit?
AB skoraði flest mál ímun til xG
AB skoraði flest mál ímun til xG

Leikaraflytingar 2027

NavnFráTil
Jóhan JosephsenKÍVíkingur
Jónas Prior07 VesturVíkingur
Bjørn BjarkhamarVíkingur (2.deild)Skála
Djóni SamuelsenB68B36
Martin JohansenSkálaVíkingur
Sebastian S. PetersenSkálaB36
Mansour SinyanKÍKFUM
Filip BrattbakkKÍ(uttanlands)
Jean CarlosKÍ(ógreitt)
Erlend HustadKÍ(ógreitt)
Oussama AliKÍ(ógreitt)
Arnbjørn SvenssonVíkingur(uttanlands)
Nicolai V. ChristensenKÍ(ógreitt)
Hallur HanssonKÍ(givin)
Mark F. JensenKÍ(uttanlands)
Ragnar SamuelsenB36(uttanlands)
Mathias VossHBVendsyssel
Valerian IobashviliFC Suðuroy(givin)
Hampus NäsströmKÍ(uttanlands)
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Vís meira

Stigatalvan 2026

1. NSÍ58 stig
2. KÍ52 stig
3. HB45 stig
4. Víkingur43 stig
5. B3642 stig
6. Skála28 stig
7. AB28 stig
8. EB/Streymur27 stig
9. 07 Vestur25 stig
10. B6820 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ13 mál
Loïck LespinasseB689 mál
Bartal Páll KleinB369 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Árni FrederiksbergKÍ8 mál
Heini SørensenHB8 mál
Michal PrzybylskiNSÍ8 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ17 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB10 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ10 upplegg
Mathias VossHB9 upplegg
Dan í SoyluHB8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ25 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ21 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 27. umfar

NSÍ18 mál
KÍ18 mál
Skála17 mál
Víkingur12 mál
B6812 mál
AB12 mál
EB/Streymur11 mál
HB10 mál
B369 mál
07 Vestur7 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ8 mál
NSÍ8 mál
Víkingur11 mál
07 Vestur13 mál
AB13 mál
HB13 mál
Skála14 mál
EB/Streymur15 mál
B36 15 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB38 mál
NSÍ36 mál
KÍ33 mál
B3632 mál
Víkingur26 mál
AB22 mál
EB/Streymur19 mál
07 Vestur19 mál
B6815 mál
Skála15 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

KÍ14 mál
Víkingur15 mál
B3619 mál
NSÍ19 mál
HB22 mál
EB/Streymur26 mál
07 Vestur27 mál
Skála28 mál
AB30 mál
B6836 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ56 stig
2. HB47 stig
3. Víkingur34 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur26 stig
2. B3621 stig
3. ÍF10 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+13 mál
Julia Naomi MortensenHB11+3 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+3 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026