Vit hava biðið viðmerkjaran og fyrrverandi venjaran, André Olsen, komið við fimm boðum uppá ein komandi nýggjan føroyskan landsliðsvenjara.
- Tað skal sigast, at hetta eru fullkomiliga leys skot, og at einki hald er í nøkrum av gitingunum. Tíðindini eru komin út í dag, og eg trúgvi neyvan, at FSF enn yvirhøvur er í prosessini at seta ein nýggjan landsliðsvenjara. Eg havi serliga hugt eftir norðurlendska marknaðinum, og í løtuni hava danskir venjarar høgan kurs. Tað eru danskir venjarar í Týsklandi, Onglandi, Hollandi, Belgia og Kekkia, so tí hevði tað givið meining. Ein bretsk loysn kundi eisini verið áhugaverd, tó at eg ikki havi tikið tann marknaðin við í hesa líkningina – eg havi simpulthen ikki havt tíð at sett meg inn í hann, tí hann er stórur, sigur André Olsen, sum niðanfyri útgreinar síni fimm boð.
David Nielsen
Helst er hetta eitt ov stórt navn í mun til hvussu attraktivt føroyska lansliðsvenjarastarvið er, men hesin profilurin hevði passa væl inn í mun til tørvin. Ein royndur venjari, ið hevur prógvað seg fleiri staðni, og sum hevur kant. Onkursvegna eri eg ikki í iva um, at hesin hevði fingið fólki við, og eisini hevði sett sín dám á føroyskan fótbólt. David Nielsen er í løtuni uttan venjarastarv.
Leif Gunnar Smærud
Eitt ókent navn fyri tey flestu, men eitt sum onkursvegna hevði givið meining. Ein norskur venjari, sum hevur verið við til at skapt yvirgongdina í norskum fótbólti, har vit í dag síggja heimsstjørnur. Leif Gunnar Smærud var U21 landsliðsvenjari í Noregi frá 2014 til 2023, og hevur royndir sum tekniskur stjóri hjá Noregi. Onkursvegna kundi hesin profilurin verið við til at “inspirera” føroyska fótbóltsumhvørvið. Leif Gunnar Smærud er í løtuni uttan venjarastarv.
Lars Søndergaard
Ikki ynski profilurin, men sannlíkt kemur realistiski profilurin at vera ein aldrandi venjari – tað vísa í øllum førum teir tríggir undanfarnu. Lars Søndergaard hevur drúgvar royndir sum Superliga venjari, og sum venjari í Eysturríki. Harumframt hevur danin verið landsliðsvenjari hjá donsku kvinnunum frá 2017 til 2023, og er í løtuni uttan starv. Helst er hetta ein møguleiki.
Jóhan Petur Poulsen
Eg havi ikki koyrt Mikkjal Thomassen í hesa líkningina, tí eg meti ikki, at Føroyar hava nakran realistiskan møguleika til at seta hann í núverandi støðu. Hann er simpulthen vorðin ov stórur. Men vit hava ein annan serstakliga dugnaligan føroying, sum hevur prógvað seg yvir tíð. Tað sum Jóhan Petur Poulsen hevur upparbeitt og avrikað í Víkingi er á so høgum støðið, at eg ivist onga løtu í, at Víkinga venjarin er fult á hædd ella betur enn fleiri av útlendsku nøvnunum, sum eru við í líkningini. Tí hevði hann passa væl sum føroyskur landsliðsvenjari.
Jens Berthel Askou
Møguliga eisini eitt navn, sum ikki er ein møguleiki. Er í løtuni hjálparvenjari hjá Sparta Prag, sum spælir bólkaspæl í Champions League. Kennir føroyskan fótbólt, kennir mentanina og fekk nógv burturúr í HB tá hann var har. Av tí, at hann er hjálparvenjari og ikki høvuðsvenjari, kundi eg hildið, at ein evarska lítil møguleiki var fyri, at hann kundi enda sum føroyskur landsliðsvenjari.