Allan Simonsen, Lars Olsen og Brian Kerr fingu betri úrslit í stig pr. dyst samanlagt í HM- og EM-undankappingum enn Håkan Ericson, men av báðum venjarunum, ið hava roynt seg í Nations League hevði Håkan Ericson best úrslit, um hugt verður eftir stig pr. dyst í nations League.
Í sínum 18 HM- og EM-undankappingardystum vann Håkan Ericson ein dyst, sum var á heimavølli móti Moldova. Tríggir javnleikir komu. Móti Moldova (2) og Albania. Her kann nevnast, at Moldova báðar undankappingarnar var styrkismett í einum styrkislagi lægri enn Føroyar. Summar undankappingar hava Føroyar einki lið havt, ið hevur verið styrkismett lægri í lutakastinum.
Góð hagtøl í Nations League
Tá hugt verður eftir samlaðu hagtølunum hjá Håkan Ericson fáa vit eina skeiva mynd, um vit skulu samanbera. Tí Håkan hevur spælt knapt helvtina av sínum kappingardystum í Nations League. Hetta er ein nýggja kapping, har man møtir lutfalsliga nógv veikari mótstøðu, sum aðrir landsliðsvenjarar ikki hava havt við undantaki av einari undankapping hjá Lars Olsen í 2018. Í Nations League hevur Håkan Ericson 1,44 stig í miðal pr. dyst og hevur bara tapt tríggjar av 16 dystum.