Næstsíðsta umfar verður leygardagin og í stríðnum um uppflyting er sera stórur spenningur.
Stigatalvan í uppflytingarstríðnum:
1. Víkingur 48 stig
2. FC Suðuroy 44 (+18)
3. B36 40 (+12)
4. TB 39 (+12)
5. B71 38 (+7)
6. AB 36 (+15)
Leikbann í 26. umfari:
Dánjal Godtfred (FC Suðuroy)
Janus Augustinussen (FC Suðuroy)
Nils Eiriksson (HB)
Fríði Magnussen (FC Hoyvík)
Torkil J. Holm (TB)
Markus Thorberg (TB)
Kristian K. Hentze (B71)
Jógvan K. Gullfoss (B36)
26. umfar (allir dystirnir leygardagin kl. 15.30)
AB-FC Suðuroy
AB má vinna fyri at varðveita møguleikan at flyta upp. Men sjálvt tveir sigrar síðstu tvey umførini verða møguliga ikki nokk hjá argjamonnum, sum bara hava vunnið ein av síðstu sjey dystunum. FC Suðuroy tryggjar sær uppflyting við einum sigri, men manglar tveir leikarar í uppstillingini vegna leikbann, har serliga Dánjal Godtfred er týdningarmikil. Tí er ikki vist, at FC Suðuroy megnar at greiða sín setning longu nú og so kann koma nógv trýst á til síðsta umfar.
TB-KÍ
TB hevur eisini tveir leikarar í uppstillingini, sum hava leikbann og tað merkist ofta hjá liðum, sum ikki hava breiðar hópar. Hinvegin er hetta eitt gott tíðspunkt at møta KÍ, tí hesi síðstu trý umførini hava leikarar úr bestu deildini, sum eru eldri enn 21 ár, ikki loyvið at flyta niður. KÍ hevur vunnið fýra dystir á rað, men í teimum trimum fyrstu við nógv sterkari manning enn tí, sum verður hendan dystin. Tí eigur TB at greiða sína skyldu her við trimum stigum.
B36-FC Hoyvík
B36 argar liðini, sum stríðast um uppflyting, tí tað krevst at enda í topp 3 fyri at flyta beinleiðis upp og á 3. plássi liggur B36. B36 hevur fingið fá stig síðstu tíðina, men FC Hoyvík er flutt niður og tí eigur B36 at hava møguleika at vinna. FC Hoyvík hevur tó yvir langt tíðarskeið nærum bara spælt spennandi dystir og sjáldan tapt. Tí verður hetta helst ein spennandi dystur, hóast stigatalvan kundi bent á nakað annað.
B71-HB
B71 hevur kanska lættastu skránna av liðunum, sum stríðast um uppflyting. Móti HB, sum liggur langt aftast, eigur B71 ikki at hava trupulleikar við at vinna og halda trýstið á TB. B71 skal hava hjálp fleiristaðni frá fyri at flyta upp, men heilt óhugsandi er tað ikki, um B71 vinnur sínar báðar dystir móti HB og KÍ.
NSÍ-Víkingur
Hetta er einasti dysturin uttan stórvegis týdning. Víkingur kann vinna 1.deild við sigri her, men vinnur Víkingur ikki, so fær Víkingur kanska alt at spæla fyri í síðsta umfarinum, har Víkingur møtir B36 á heimavølli. Og vinnur B36 móti FC Hoyvík, so verður dysturin millum Víking-B36 rættiliga avgerandi fyri uppflytingina.