Noah Mneney skoraði einasta málið og so vunnu Føroyar fyri aðruferð á Hvítarusslandi í hesi undankappingini.
Tað merkir, at Føroyar fingu 10 stig í hesi undankappingini, og tað er eins nógv stig sum metið, sum Sámal Erik Hentze og hansara lið fekk í undankappingini frammanundan.
Føroyar fingu seks stig móti Hvítarusslandi og fýra stig móti Andorra. Og í fleiri av dystunum móti Portugal og Kroatia var málmunurin ikki stórur. Vónbrotini vóru móti Grikkalandi. Samanlagt flott úrslit hjá U21-landsliðnum, sum framvegis er tað ungdómslandsliðið á mannfólkasíðuni, sum fær nógv tey bestu úrslitini.
Teir allar flestu leikararnir eru nú ov gamlir til U21-landsliðið og kunnu tí væntast í størri mun at fara at fáa boð til A-landsliðið, meðan komandi U21-landsliðið fer at hava fáar leikarar við U21-landsliðsroyndum.