FSF skrivar:
Eyðun Klakstein, Jørgen Nielsen og hinir á U21-landsliðnum leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin klokkan 17:00.
Á middegi mánadagin hevði føroyska U21-landsliðið seinastu venjingina, áðrenn EM-undankappingardystin móti Hvítarusslandi, sum verður á Tórsvølli í morgin, týsdagin 15. oktober klokkan 17:00.
Áðrenn venjingina fekk FSF varpið orðið á Jørgen Nielsen, sum skoraði øll trý málini, tá Føroyar vunnu 3-2 á útivølli móti Hvítarusslandi. Jørgen trýr upp á enn ein sigur á hvítarussum, og endurtekur fegin hattrikkið frá dystinum í september í fjør.
Atgongumerki til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Hvítarussland fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin fyri vaksin er 95 krónur, meðan børn, 14 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.