Víkingur var umboðað í øllum fýra steypafinalunum, sum vóru á Tórsvølli leygardagin. Tá avtornaði vann B36 tvær, meðan Víkingur og NSÍ vunnu hvør sína.
Leygardagin var Tórsvøllur karmur um fýra væl spældar og spennandi steypafinalur, sum endaðu við sigrum til B36, ið vann tvær, og Víking og NSÍ, ið vunnu hvør sína finalu.
Í finaluni hjá kvinnum leikaði javnt á fyrstu løtuna, og bæði liðini komu fram til fleiri góðar støður og eisini onkrar góðar málmøguleikar. Men so sló Heidi Sevdal hjá NSÍ til, og tá avtornaði vunnu runavíkskvinnur 4-1.
Heidi Sevdal skoraði trý mál, meðan Helga Mikkelsen gjørdi eitt. Málið hjá Víkingi skoraði Hanna Isaksen Højgaard.
Aftaná dystin var Heidi Sevdal kosin til dagsins leikara.
U13 dreingir
Dagurin byrjaði annars við finaluni um Polarsteypið, ið er steypakappingin hjá U13 dreingjum. Og við 3-2 sigri á Víkingi fór B36 avstað við dagsins fyrsta steypi. Málini hjá árstalsfelagnum skoraðu Rókur Reginsson og Jóhannis í Stórustovu, meðan triðja málið var sjálvmál. Fyri Víking skoraði Andrias Gøthe Áslakksson bæði málini.
Aftaná dystin bleiv Rúnar Næs hjá B36 valdur til dagsins leikara.
B36 og Markus
Í finaluni um Cadburysteypið, sum er steypakappingin fyri dreingir U15, gjørdist Markus Klein Danielsen hjá B36 stóra hetjan. Markus gjørdi ikki mætari enn at skora fýra av málunum í 5-3 sigrinum á Víkingi. Fimta málið hjá B36 gjørdi Axel Holm Simonsen.
Málskjúttarnir hjá teimum ljósabláu vóru Djóni Min Øre, Rósing Sverrason Toyt og Dávid Jørginsson.
Aftaná dystin var Markus Klein Danielsen valdur til dagsins leikara.
U17 dreingir
Triðja steypafinalan leygardagin var dysturin um Blaðberasteypið, sum er steypakappingin fyri dreingir U17.
Og hesaferð hilnaðist betri hjá Víkingi, sum vann 1-0 á KÍ. Einsamalla málið í dystinum skoraði Fríði Gertsson Jarnskor tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Aftaná dystin bleiv Jósef Ólavsson hjá Víkingi valdur til dagsins leikara.
Nú átta steypafinalur eru spældar, hevur B36 vunnið tríggjar, meðan KÍ, B71, Skála, Víkingur og NSÍ hava vunnið hvør sína. Ársins síðsta finala verður leygardagin 2. november, tá B36 og HB bresta saman um Løgmanssteypið.