Nýtt Ellivu er á gøtuni og hesa ferð snýr tað seg ikki bara um fótbóltin á vøllinum, men eisini uttanfyri.
René Shaki Joensen og Sara Samson Lamhauge hava verið saman í fýra ár og eiga saman dóttrina Shiru. Tey liva í eini tilveru, har gerandisdagurin skal rúma familju, arbeiði og elituítrótti. René og Sara hava funnið ein frymil, sum riggar fyri tey.
Tey fingu eyga fyri hvørjum øðrum í eini HB-veitslu. Liðfelagarnir hjá Saru Samson Lamhauge hjálptu skemtandi til, tá René Shaki Joensen bleiv lagdur afturat vinalistanum hjá Saru á Snapchat.
– Eg kom at standa við síðuna av honum til eitt spæl og tá eg og vinkonurnar vóru á vesinum eina løtu seinni mátti eg spyrja um René. Eg visti hvør hann var, men ikki meira enn tað. Eg helt hann sá so fittur út, fortelur Sara í nýggju útgávuni av Ellivu.
Les millum annað um, tá René Shaki Joensen skal við landsliðnum í 17 dagar og Sara Samson Lamhauge júst hevur átt. Hetta er ein fleiri avbjóðinginum, sum tey mugu loysa. René greiðir eisini frá hví hann mátti fara úr HB og gera umstrídda skiftið til KÍ.
Í útgávuni er ein nýggjur táttur við. Tað er tátturin ”Vit – sum hava spælt ein landsdyst”. Bogi Reinert-Petersen var bara á vøllinum í tveir minuttir, tá hann bleiv útvístur í landsdystinum móti Kosovo í 2016. Hann fær enn tann dag í dag viðmerkingar.
Grannastríðið millum NSÍ og B68 hevur fingið nýtt lív. Uni Leitisstein Hansen hevur leitað aftur til rokið í 1967, tá Nes sóknar kommuna fór í tvíningar, men grannastríðið stendur við. Nú tó bert á vøllinum.
Í táttinum ”Hvar eru teir nú?” leitar Símun Christian Olsen aftur til eina minniliga uppgerð á Tórsvølli, tá B36 leypa hvøkk á FC Midtjylland við bara tíggju monnum. Tað gekk hart fyri seg, tá hástóru danirnir spældu kong gularót.
Hesa ferð er tað Oddbjørn Joensen, sum velur sínar bestu 11. Klaksvíkingurin, sum eisini spældi við LÍF og HB, hevur fleiri spennandi nøvn við á listanum. Ungur spælararnir at hava eyguni eftir eru Dávid Reynheim og Eydna Olsen Dalheim.
Ellivu hevur eisini í samstarvið við Portalin tikið samanum Evropa fótbóltin í summar við heitinum: ”Nógvur roykur, men ongin brestur”. Ellivu hevur eisini nakað av útlendskum tilfari, tí Emil L. Jacobsen hevur hugt EM-søguna ígjøgnum. Sjáldan – um nakrantíð – hevur eitt landslið vunnið EM meira sannførandi enn spaniumenn í summar.
Ellivu er í handlunum kring landið.