Petur Knudsen hevur havt eitt frálíkt kappingarár.
At NSÍ er tað føroyska felagið, sum hevur uppalt bestu álopskendu leikararnar síðstu árini sást aftur, tá vit nevna Klæmint A. Olsen, Árna Frederiksberg, Petur Knudsen, Meinhard E. Olsen og Jørgen Nielsen.
- Klæmint eigur metið fyri flest mál í Betri Deildini
- Árni eigur metið fyri flest mál í altjóða fótbólti
- Jørgen eigur metið fyri flest mál á U21-landsliðnum
Og í ár kann Petur Knudsen taka metið, sum frammanundan liggur hjá tveimum uppaldum NSÍ-leikarum, fyri flest málstig. Klæmint A. Olsen (NSÍ í 2019) og Árni Frederiksberg (KÍ í 2021) hava metið við 35 málstigum. Tað er skrásett aftur til og við 2012. Í 2005 fór kappingin frá 18 til 27 umfør, so tað er ikki sannlíkt, at leikarar hava klára 35+ málstig í 18 umførum. Men enn mangla árini 2006-2011 at skrásetast fyri upplegg.
Petur Knudsen hevur 31 málstig, men hann manglar enn fimm dystir. Sostatt kann hann taka metið av teimum skrásettu árunum við málstigum aftur til og við 2012 og mest sannlíkt fyri tíðina áðrenn 2006.
Í dag møtir NSÍ botnliðnum ÍF á heimavølli og ein slíkan dyst kunnu slíkir leikarar ofta leggja væl afturat sínum tølum fyri málstig.