TB-vónin um uppflyting livur, meðan KÍ vann botndystin.
Toppdysturin í Vági bleiv útsettur vegna veður. Á Argjum var AB á odda, men TB vendi øllum og vann 2-1. Leikandi venjarin, Markus Thorberg, skoraði sigursmálið í yvirtíðini. Hetta ger, at TB nú hevur samband við AB og B71, sum spældi javnt á útivølli móti Víkingi. Í botnstríðnum tykist HB flyta niður eftir 3-0 tap í Runavík, meðan eitt væl mannað KÍ-lið vann 2-1 í botndystinum móti FC Hoyvík. Har var KÍ betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan FC Hoyvík svam í stórum málmøguleikum í seinna hálvleiki.
Spenningurin er varðveittur í 1.deild í bæði toppi og botni nú fimm umfør eru eftir.
Úrslitini í dag:
AB-TB 1-2
KÍ-FC Hoyvík 2-1
Víkingur-B71 1-1
NSÍ-HB 3-0