Tað er í Nations League, at Håkan Ericson hevur fingið síni bestu úrslit sum føroyskur landsliðsvenjari.
Nations League byrjaði í 2018 og fyrstu kapping endaðu Føroyar nr. trý av fýra liðum í deild d undir Lars Olsen.
Í 2020 spældu Føroyar fyrstu Nations League kapping undir Håkan Ericson og tá vunnu Føroyar sín bólk, ið taldi Andorra, Malta og Lettland.
Í 2022 luttóku Føroyar á fyrsta sinni í deild c. Har endaðu Føroyar á 3. plássi í bólki saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava.
Í seks heimadystum í Nations League hava Føroyar vunnið fýra, spælt ein javnan og tapt ein dyst undir Håkan Ericson.
Trupulleikarnir hava verið í HM- og EM-undankappingum, har Føroyar hesi árini undir svenska venjaranum bara hava vunnið ein dyst av teimum 18.
Leygardagin kl. 14.00 skulu Føroyar spæla móti Norðurmakedónia, har góðu hagtølini á heimavølli í Nations League skulu styrkjast.