Tað er ymiskt, hvat stendur uppá spæl í Nations League alt eftir, um tað er uppundir HM- ella EM-undankapping.
Til síðstu Nations League var møguleiki fyri, at play-off hálvfinalupláss til EM-endaspæl stóð uppá spæl hjá Føroyum í deild c, og tað var tað sum hendi í bólkinum hjá Føroyum. Luksemborg endaði nr. 2 og slapp at spæla hálvfinalu um EM-pláss, sum Georgia í síðsta enda vann.Føroyar endaði gtrý stig aftanfyri Luksemborg.
Hesaferð liggur Nations League uppundir HM-undankapping, og tá stendur einki play-off pláss uppá spæl. Nú ræður um hjá Føroyum at varðveita plássið í deild c, so at Føroyar kunnu spæla um EM-pláss um tvey ár, tí slíkt pláss stendur vanliga ikki uppá spæl í deild d.
Afturat hesum er tað týdningurin av at spæla á hægri stigi enn í deild d, har lond eru, ið føroyingar helst ikki vilja verða samanbornir við, tí tá er man millum seks tey vánaligastu londini av teimum 54, sum luttaka hjá UEFA í løtuni.
Leygardagin kl. 14.00 spæla Føroyar-Norðurmakedónia.