Lutakast hevur verið til fyrsta umfar í UEFA Youth League.
Vit hava skrivað áður um, at føroysk lið á fyrsta sinni skulu luttaka í UEFA Youth League. HB vann U17 hjá dreingjum í fjør og hevur spælt seg til kappingina, sum er fyri U19-lið.
HB skal spæla ímóti FC Progres Niederkorn úr Luksemborg, skrivar HB á síni heimasíðu.
Fyrri dysturin verður á Tórsvølli mikudagin 18. september, meðan seinni dysturin í Luxemburg verður spældur mikudagin 2. oktober. Vinnarin møtir danska felagnum FC MIdtjylland.