Tað er áhugi fyri toppskjúttanum í næstbestu donsku deildini bæði í Danmark og uttanlands.
Við Campo.dk sigur stjórin í Hillerød, Jackie Rasmussen, at enn er einki kronkret boð komið uppá Adrian, men at áhugi er fyri størsta profilinum hjá Hillerød. Hann sigur, at Adrian hevur nakrar serførleikar, sum lið vilja hava og gjalda fyri. Hann hevur eitt tað besta skotið í Danmark. Ítróttarstjórin sigur, at leikarar á slíkum stigi í somu deild fara fyri fýra-fimm milliónir, og tað er har vit tosa, um Hillerød skal umhugsa at selja hann.
Flytingarvindeygað í Danmark er opið til 31. august.