HB hevur betri møguleika at koma víðari á pappírinum.
HB hevði besta úrslitið frá fyrra dystinum, har HB tapti 2-0 á útivølli. Í kvøld vitja Ivan Rakitic, Ivan Perisic, Gennaro Gattuso og hinir hjá Hajduk Split á Tórsvølli kl. 20.00.
Belgiska stórfelagið Gent vitjar Víking kl. 19.00. Fyrri dysturin endaði 4-1 til Gent. Gent spældi sera skjótan og tekniskan fótbólt tann dystin, men vit hava mangan sæð, at tað broytist nógv, tá liðini spælda í Føroyum.
Hóast tað á pappírinum tykist sera sannlíkt, at bæði tey føroysku liðini verða útsligin, so hevur tað týdning fyri styrkisstigini hjá Føroyum, at tey fáa ein sigur ella javnleik í hesum dystinum. Føroyar stríðast um 33. pláss í summar, sum gevur atgongd til Europa League.
Stuðlað umrøðuni hjá føroysku liðunum í Conference League í 2024 á bolt.fo hava: