Árni Frederiksberg skoraði í kvøld síni 10. og 11. mál í Champions League. Hann er nú einsamallur leikarin, ið hevur skorað flest mál fyri føroysk feløg í altjóða fótbólti.
Tá KÍ skorar í altjóða fótbólti hesi síðstu tvey árini, so hevur tað sum oftast verið Árni Frederiksberg, sum antin hevur átt síðsta ella næstsíðsta fótin á. Soleiðis var eisini í kvøld. KÍ vann 3-2 á Malmø í Klaksvík og Árni legði upp til eitt og skoraði tvey. Annað beinleiðis uppá hornaspark og hitt beinleiðis uppá fríspark.
Frammanundan vóru Levi Hanssen, Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg javnir við 9 málum, meðan Klæmint A. Olsen hevði 10 mál, um man telir tey trý málini fyri Breiðablik við. Nú eigur Árni metið einsamallur. Merkisvert er, at hann hevur skorað øll 11 málini í Champions League í 2023 og 2024 fyri KÍ.
Bolt.fo fangaði metmálið, sum samstundis gav KÍ 3-2 sigurin á svensku meistarunum, ið tó samanlagt vunnu 6-4. Sí málið á facebook síðuni hjá bolt.fo.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá KÍ í 2024 á bolt.fo hava: