Í sjey av níggju dystum hava mótstøðuliðini verið greitt omaná í luftnærdystum.
Um tú hevur havt kensluna av, at føroysku liðini hava havt tað torført í luftnærdystum, so undirbyggja hagtøl frá Wyscout hetta. Burtursæð frá, tá B36 spældi í Lettlandi og KÍ spældi í Luksemborg. Fyri føroysku liðini sum spæla hesa vikuna, so síggja vit t.d., at Víkingur bara vann 29 %, HB 35 % og KÍ 38 % av sínum luftnærdystum á útivølli í síðstu viku. Sí hagtøl niðanfyri frá Wyscout.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: