NSÍ hevur kunngjørt nýggjan miðverja dagin fyri ólavsøkudystin.
NSÍ skrivar:
23-ÁRA GAMAL DANI TIL NSÍ
NSÍ hevur skrivað sáttmála við Rasmus Plauborg. Rasmus er 23 ár og hevur spælt við BV Oksbøl og Varde IF.
Rasmus er miðverji. Hann verður lýstur sum ein kvikur verjuspælari, ið er góður í nærdystum. Hann dugir eisini væl at lesa spælið.
Hópurin hjá NSÍ var á venjingarlegu í Karlskrona fyri smáum tveimum vikum síðani, og tá var
Rasmus ein partur av hópinum. Vit hava prátað við Rasmus. Hann er spentur uppá uppgávuna, og hann gleðir seg til at spæla fyri NSÍ.
Tað hava verið nakrar broytingar í hópinum hjá NSÍ í summar. Formaðurin í starvsnevndini, Karstin Joensen, sigur við heimasíðuna, at hópurin nú er klárur til seinnu hálvu, har NSÍ fer at kappast um
eitt pláss í Evropa.
Vit ynskja Rasmusi hjartaliga vælkomum til Runavíkar.