Hjá bæði B68 og NSÍ hevur útskifting verið í summar.
Hjá B68 hava Ragnar Samuelsen og Brian Jakobsen leikbann til grannauppgerðina. Hjá báðum liðum eru fleiri broytingar í summar og tí er møguleiki fyri, at fleiri leikarar fáa sínar fyrstu minuttir til hendan dystin.
B68-NSÍ spæla ólavsøkudag kl. 17.00 á Tórsvølli. R1 hjá Televarpinum vísir dystin. Dómari verður Heini Z. Viðoy. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo og við dyrnar.