Í komandi viku eru eisini altjóða uppgávur til føroyskan UEFA-umboðsmann og dómaraeygleiðara.
Virgar Hvidbro verður UEFA-umboðsmaður til dystin í Evropa League millum Cercle Brugge KSV úr Belgia og Kilmarnock úr Skotlandi. Fyrri dysturin endaði 1-1.
Niklas á Líðarenda verður dómaraeygleiðari til dystin í Conference League millum FK Transinvest úr Litava og FK Mladá Boleslav úr Kekkia. Liðið úr Kekkia vann fyrra dystin 2-0.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: