Føroyar eru millum londini, sum higartil hava fingið fæst stig í altjóða fótbólti í summar.
9 dystir hava higartil givið tveir sigrar, tveir javnleikir og fimm tap. Ein sigur gevur 0,25 stig og ein javnleikur gevur 0,125 stig. Føroyar hava sostatt fingið 0,75 stig í summar.
Vit kunnu hyggja eftir londunum frá nr. 30 og aftur til nr. 55, har feløg í teimum flestu londunum hava spælt nakrar dystir. Av teimum 24 londunum eru tað bara San Marino, Norðurmakedónia og Norðurírland *, ið hava færri stig enn Føroyar í summar.
0,75 stig vildi verið eitt vánaligt føroyskt ár, um tað endaði har. Men enn eru í minsta lagið sjey dystir eftir, har KÍ eigur teir fimm. Men koma Føroyar ikki uppum 1,0 stig, so verður hetta vánaligasta føroyska árið síðani 2017.
Tað er skjótt hvønn vegin, tí skuldi KÍ komið í bólkaspæl, so góvu sigrar og javnleikir har tað tvífalda síðsta ár. Tí munaði so væl, tá KÍ fekk ein sigur og ein javnleik í bólkaspælinum tá. Vit hava ikki fingið staðfest, um hetta eisini er galdandi í nýggja kappingarleistinum, sum byrjaði í summar, men tað frætta vit meir um, um KÍ kemur í bólkaspælið.
33. pláss gevur eitt pláss til steypavinnaran í 2025 at spæla í 1. umfari í Europa League í 2026. Føroyar lógu á 34. plássi undan dystunum hesa vikuna, men eftir trý tap eru Føroyar dotnar aftur á 37. pláss. Ísland, Finnland og Lettland eru farin framum. Lettland (1,625 stig) og Ísland (1,375 stig) hava havt eitt gott summar higartil.
Stóri møguleikin til 33. pláss er í summar, tí næsta summar fellir 2020 árið burtur og tað var saman við 2023 tað besta árið hjá Føroyum nakrantíð við 2,75 stigum.
* Liktinstein hevur bara eitt lið við í altjóða kappingunum frá byrjan og er ikki talt við.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: