Tað verður ein serlig uppliving fyri HB-hópin í Split hósdagin.
Vit hava fingið upplýst frá HB, at tað er útselt í Split, har serligur fótbóltsstemingur er í løtuni. Hetta verður fyrsti skrásetti dystur hja nyggja venjaranum Gattuso, meðan Ivan Rakitic stutt síðani er kunngjørdur.
Útselt merkir áleið 34.000 áskoðarar. Harav verða áleið 15 HB-áskoðarar.
Til dystin í Føroyum hevur UEFA avgjørt, at talan verður um sonevndan high risk dyst. Tað setur nógv hægri krøv til trygd o.a. Hajduk Split fær 300 áskoðarapláss til tann dystin á Tórsvølli og tey eru longu útseld.
Stuðlað umrøðuni av HB í Conference League í 2024 á bolt.fo hava: