Nú koma føroysku liðini at møta feløgum á heilt aðrari stødd.
1. umfar er spælt og enn eru trý føroysk lið við í altjóða kappingunum. Men nú standa nakrar sera avbjóðandi uppgávur fyri framman, har stórfeløg frá Belgia, Kroatia og Svøríki eru mótstøðulið. Gent úr Belgia er felagið við størsta virðinum, so á pappírinum hava Víkingar kanska truplastu uppgávuna.
Virði sambært Transfermarkt:
€74.75m: Gent
€47.16m: Hajduk Split
€45.58m: Malmø
Samanbera vit so við 1. umfar, so vóru tey liðini á heilt øðrum stigi.Tey lógu øll undir €5.00m.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá føroysku liðunum í 2024 á bolt.fo hava: