Hóast Montenegro vóru stórfavorittur undan dystinum, so vunnu Føroyar.
Føroyska kvinnulandsliðið vann 2-1 á Montenegro á Tórsvølli. Montenegro lá á odda í bólkinum undan dystinum og hevur áður vunnið stórsigrar móti Føroyum.
Málini skoraðu Heidi Sevdal og Jensa Tórolvsdóttir.
Týsdagin spæla Føroyar síðsta dystin í bólkinum, tá liðið spælir í Andorra.